- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Minni er bíligari
24-01-2024
Um tú vilt byggja eini hús, sum ikki eru alt ov dýr, so er støddin á húsunum besta staðið at spara, sigur Eyðun Eliasen, arkitektur.
Tað kann kanska siga seg sjálvt, at stødd og kostnaður hanga saman, men ofta er trupult at fáa ynskini til dreymahúsið at hóska saman við fíggjarætlanini, og hvar er so besta staðið at skera?
- At minka støddina á húsunum úr 250 fermetrum til 200 fermetrar ger sera stóran mun fíggjarliga, men fólk eru ofta bangin fyri, at tey fáa ov lítið pláss, sigur Eyðun Eliasen arkitektur, sum eisini hevur skrivað Bústaðarbókina við góðum ráðum til teirra, ið skulu byggja hús.
Eyðun Eliasen er serfrøðingur hesa vikuna.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Andrias Klein Gregoriussen, Tóra við Keldu og Hedvig Westerlund-Kapnas
10-01-2025
Norðurlendska samstarvið er evnið í Norðurmóti, sum verður hildið seinnapartin.
06-01-2025
Veðrið, sangkapping, Tórshavnar Kamarkór, barnasøga um Norðurlond, jólasøgan
20-12-2024
Veðrið, brot úr Føroya søgu, tunlarnir norður um fjall, við báti gjøgnum Caledonia-kanalina
19-12-2024