- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Morgunsendingin hittir Tórunn Sjóvará Joensen og Gunn Mikkelsen, ið eru lærarar og Konny Zachariasen, námsfrøðing. Tær eru allar fyrrverandi næmingar í Nonnuskúlanum.
Tær eru á einum máli um, at ein serstøk mentan er í skúlanum. Tey smærru børnini hava greiðar rammur, og tað dámar teimum sum heild væl. So hvørt tey blíva størri, fáa tey eisini størri frælsi.
Tær trígga, at skúlin er eitt gott arbeiðspláss, og fleiri hava høgan starvsaldur.
Á heimasíðu skúlans verður tikið saman um soleiðis:
Undangongukvinnurnar byrjaðu barnagarð og skúla í Bringsnagøtu í 1931. Av tí at barnatalið vaks støðugt í høvuðsstaðnum, og trongligt var í kommunalu skúlanum, so bøtti teirra íkast og íløga væl um.
- H.C.W. Tórgarð arkitektur í Havn teknaði skúla og kirkju, sum standa sum varðar yvir hesi farnu 90 ár. Vakri, reyði skúlabygningurin er ein eyðkend býarmynd í høvuðsstaðnum.
- Fransiskanarasystrarnar, ið høvdu ymiskan tjóðskap, funnu rætta stevið í felagsarbeiðnum, børnunum í býnum at frama.
Virkisfýsni teirra fevndi um fólkaskúla, vøggustovu, barnagarð, forskúla, húsarhaldsskúla, kvøldskúla o.a, skrivar Sankta Frans skúli.