- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ein speisk viðmerking, ein óheppin mynd ella eitt óhóskandi videobrot á einum sosialum miðli.
Tað, sum starvsfólk gera á sosialu miðlunum, kann hava stórar avleiðingar fyri arbeiðsgevaran.
Og júst tí eiga arbeiðspláss at hava reglur og mannagongdir fyri, hvussu starvsfólk bera seg at á til dømis Facebook og Instagram.
Tað halda Jórun Gardar og Alvi Hjelm, sum eru ráðgevarar í Vinnuhúsinum. Herfyri hava tey havt kunningarfundir um, hvussu arbeiðsgevarar eiga at fyrihalda seg til starvsfólk og teirra brúk av sosialum miðlum.
Í morgunsendingini greiddu tey frá mannagongdunum, arbeiðsgevarar kunnu hava í sambandi við at seta treytir fyri, hvussu og nær starvsfólk brúka telefon og sosialar miðlar.