- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Hetta er nakað, sum fólk hava eina meining um, og tað rørir tey veruliga. Tað hábærsliga við føroysku klæðunum og allar kenslurnar, sum fylgja við, er tað, sum gav okkum hugskotið, sigur Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri á Kvinnu.
Eingin reglugerð er, sum sigur, hvussu føroysku klæðini skulu síggja út, og tí er rákið, at fólk gerast sera kreativ, tá tey seta sær saman stásið.
- Upp gjøgnum tíðina er ein standardur bygdur, um man kann siga so, men í seinastuni eru fólk farin at bróta burtur úr hesum og gera klæðini meira persónlig. Hetta haldi eg hava við sær, at fleiri fáa áhuga fyri klæðunum, og tað er hetta, vit fegin vilja lýsa í bókini.
Bókin eitur Føroysk Klæðir - Ríki og livandi siðaarvurin, og er ein myndaborin bók, sum tó eisini hevur persónligar søgur og kunnandi tilfar.