- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Hugskotið til jólavognin eigur Sigrid Petersen, sum starvast í FK í Fuglafirði, og í stuttum snýr tað seg um, at tað er øllum viðskiftafólkum frítt at keypa okkurt at leggja í vognin. Serliga verður hugsað um jólaligar vørur, sum til dømis tilfar til bakstur ella jólamat, men í vogninum vóru eisini til dømis blæur, sjampo og te at síggja.
Tá vognurin er fullur, verður vøran pakkað niður og givin Reyða Krossi, sum síðani gevur víðari til teirra, sum fáa mathjálp frá teimum nú um jólini.
- Eg havi hugsað um hetta í eina tíð, sigur Sigrid Petersen. - Ofta havi eg sjálv hug til at hjálpa, men tað krevur oft,a at eg skal inn á telduna ella okkurt líknandi, og so hvørvur tað aftur. Á henda hátt er stutt frá tanka til handling, leggur hon afturat.