- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ílegurnar í føroyskum plantum eru rættiliga einstáttaðar, tí tær koma ikki í samband við aðrar plantur enn tær, sum búgva í Føroyum. Tí eru tær ikki eins væl fyri, tá tær skulu standa ímóti innræsnum plantum, sum eitt nú skøru, sum hava lyndi til at taka yvir, har tær koma.
Heldur ikki hava føroyskar plantur møguleika fyri at flyta seg til onnur støð, har pláss er, tí vit eru eitt oyggjaland, har hagin endar í fjøruni, og so sleppa tær ikki víðari.
Skøran byrjaði annars sum ein vøkur planta, ið helt seg, har hon var sett, men soleiðis er við plantum, ið koma uttanífrá, greiðir Kolbrún í Haraldsstovu frá.
- Tær kunnu gera lítið um seg í langa tíð, og tá tær hava verið her í fleiri ár, byrja tær at breiða seg.
Dømi um aðrar innræsnar plantur eru fuchsia og sponsk hindber.