- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
"Tað hvørvur ikki av sær sjálvum". Tað er heitið á ráðstevnu, sum Kris skipar fyri í Norðurlandahúsinum 4. oktobur. Ráðstevnan skal geva íkast til upplýsing og orðaskifti um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi. Tað verður gjørt við at bera fram og kjakast um vitan og gransking um ágang og ikki minst, hvussu vit basa hesum trupulleika.
Tað verða 6 fyrilestrarhaldarar á degnum. Ein av teimum verður Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, sum fer at tosa um "revsimál um kynsligan ágang".
Katrin ásannar, at tað kann vera trupult at tosa um revsing í málum við kynsligum ágangi - serliga, tá talan er um børn:
- Tað er serliga trupult, tá talan er um børn. Børn kunnu hava ilt við at greiða frá, hvat er farið fram. Í mun til revsingina kann tað eisini spæla inn, at tey ikki siga tað, fyrr enn tey eru vorðin vaksin.
Katrin Thorsvig Hansen vitjaði morgunsendingina, har hon greiddi nærri frá revsimálum av hesum slag.