Áðrenn dystarbyrjan í FA Cup-finaluni er ein forkunnug og tignarlig siðvenja, sum í ár hevur 100 ár á baki. 15 minuttir áðrenn fyrsta bríksl. syngur fjøldin fyrsta og síðsta ørindi í sálminum, Abide With Me.
Formliga hevur tað verið gjørt síðani 1927, men upprunan finna vit í 1923.
Henry Francis Lyte var borin í heim í lítlu bygdini, Ednam, í Skotlandi í 1793.
Pápin bar orð fyri at vera meiri áhugaður í at fiska og skjóta, enn at røkja familjuna.
Hann rýmdi frá konu og børnum, men áðrenn fekk hann kortini í lag, at Henry Francis Lyte og annar beiggin fingu játtað skúlagond í Portora Royal skúlanum í Enniskillen í Ulster.
Mamman flutti til London við yngsta soninum. Bæði doyðu stutt eftir, og tá var Henry Francis, foreldraleysur.
Skúlastjórin á Portora, Robert Burrowes, legði til merkis góðu evnini hjá Lyte. Hann tók hann til sín og rindaði fyri skúlagongdina.
Seinni fór Lyte at lesa á Trinity College í Dublin í Írlandi. Eisini har gekst væl, og tríggjar ferðir fekk hann virðisløn fyri at skara framúr í enskari yrkingalist.
Í 1815 bleiv hann anglikanskur prestur, og røkti árini eftir prestagerningin í Írlandi og Vesturonglandi.
Í 1820 var Henry Francis Lyte á heimavitjan hjá einum doyggjandi presti. Meðan hann lá á deyastrá, endurtók preturin regluna, Abide With Me, umaftur og umaftur.
Orðini høvdu stóra ávirkan á Lyte, men nógv ár gingu, áðrenn yrkingin var fest á blað.
í 1823 bleiv Lyte hjálparprestur í All Saints kirkjuni í bygdini Brixham.
Har var hann verandi alt sítt lív og boðaði kristiniboðskapin á skipum, skúlum og kirkjum á leiðini.
Henry Francis Lyte stríddíst í nógv ár við vánaliga heilsu. Í 1847 høvdu truberklarnir fingið fasatatøkur, og hann var álvarsliga sjúkur.
4. september helt hann sína seinastu prædiku, áðrenn leðin gekk til Nice í Fraklandi.
Vónin var, at lýggja veðrið fór at veita honum linna.
Hann skrivaði Abide with me tann seinnapartin og gav einum familjulimi orðini saman við einum lagi.
Síðani var kósin sett móti Fraklandi. Heilsubót fekk hann tó ikki í Nice. Hann doyði tvær viku seinni.
Næstu árini vórðu fleiri ymisk løg brúkt til orðini hjá Henry Francis Lyte, men í 1861 gjørdi ritstjórnin hjá Hymns Ancient and Modern, av, at sterku orðini høvdu uppiboriå okkurt betri.
Tey heittu á Willaim Henry Monk at skriva eitt lag. Monk, sum sjálvur var í djúpari sorg, eftir at hava mist dóttir sína, skrivaði lagið, Eventide.
Síðani hava hesi bæði, orð og lag, verið ósundurskiljandi. Fólk tóku nýggja sálmin til sín alt fyi eitt.
Og so aftur til sambandi millum millum FA Cup finaluna og Abide With Me.
Fyri 100 árum síðani, í 1923, spældu Bolton Wanderers og West Ham finalu á Wembley leikvøllinum í London.
Áðrenn dysturin byrjaði, breyt stór fjøld sær veg inn á sjálvan vøllin.
Meðan vaktarfólk stríddust við at fáa fólk av vøllinum aftur, fór St. Luke kórið, ið skuldi framføra seinni, spontant at syngja, Abide With Me.
Sagt verður, at áskoðarar hjá West Ham eisini trivu í sálmin, men gingið var av vøllinum aftur til East End.
Tað var Sir Alfred Wall, aðalstjóri í enska fótbóltssambandinum, sum í 1927 formliga tók stig til, at Abide With Me skuldi syngjast undan hvørjari FA Cup finalu.
Abide With Me loysti Alexander´s Rag Time Band, ið hevði verið brúktur frammanundan, av. George Kongur 5. og Mary drotning, ið vóru til dystin millum Arsenal og Cardiff City, tóku væl ímóti initiativinum.
Og soleiðis kom tað í lag, at Abide With Me á hvørjum ári verður sungin áðrenn liðini koma á vøllin at spæla FA Cup finalu.
Í dag eru tað ikki bara bretar, ið syngja sálmin. Hann er týddur til 56 mál. Teirra millum føroyskt.
Ver tú hjá mær eitur hann í sálmabókini, men enn verður føroyska útgávan tó ikki sungin, áðrenn liðini í finaluni um løgmanssteypið koma á vøllin.