- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Fundir, luttøka í sjónvarpssendingum, samrøður og framførslur.
Hetta er tað, sum Janus Wiberg fer at brúka tíðina uppá alla næstu viku, tá hann er í Grikkalandi.
- Seinastu tíðina havi eg fingið nógvar fyrispurningar úr Grikkalandi, so nú gera vit eina roynd við at fara til Grikkalands, har eg fyrst og fremst skal promovera mín egna tónleik, sigur Janus Wiberg.
Orsøkin til stóra áhugan hevur at gera við røddina og útsjóndina hjá Janusi Wiberg. Grikkar hava sæð og hoyrt Janus Wiberg á Instagram og hava bitið merki í, at hann líkist óvanliga nógv grikska sangaranum Pantelis Pantelidis, sum doyði í ferðsluvanlukku.
Í morgunsendingini fortelur Janus Wiberg um stóra áhugan úr Grikkalandi.