Góðan morgun Føroyar

Eg gleði meg sum eitt lítið barn!
21-09-2023
Tá Føroya Symfoniorkestur um vikuskiftið hevur heystkonsert, verður Bjarni Restorff helst spentari enn tey flestu

Tað er ikki øllum unt at hoyra sína egnu útseting á palli við einum fullum symfoniorkestri, men tað er tað, sum Bjarni Restorff sleppur at uppliva leygardagin og sunnudagin, tá Føroya Symfoniorkestur framførir Norsku Løvu í Norðurlandahúsinum og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

William Heinesen skrivaði stykkið Norska Løva til klaver á sinni, men Bjarni hevur altíð hildið, at tað hóskaði seg betur til symfoniorkestur.

- Tá tú bert hevur klaverið, so fært tú bara ein klang, og tað sama hevði gjørt seg galdandi, um tað til dømis bara var fyri hornorkestur, tí øll ljóðførini eru gjørd úr sama tilfari. Men um tú hevur eitt symfoniorkestur, so eru nøkur ljóðføri úr messing, onnur úr træ og so hevur tú streingir og paukur og tí størri møguleikar at fáa eina størri klangmynd, sigur Bjarni Restorff.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Summarskrá, veðrið, súkkling í fjøllum, kapping, EM í fótbólti, taraaling
14-06-2024
Veðrið, Edvard Fuglø, Dýpið, botnfiskur
13-06-2024
Veðrið, bók um deyða í barsilssong, nýggjur prestur innsetast, venjing tá tú gerst eldri
12-06-2024
Veðrið, MAPA, Trygvason, MEA
11-06-2024
Hoy alla sendingina
10-06-2024
Sissal Jo, veðrið, kapping, nektarmyndir, Aggrasoppar
07-06-2024
Veðrið, KÍ-perlan, Petra Djurhuus, Koltursætlanin
06-06-2024
Veðrið, Filmshúsið, ung og royndir, gartnarin
05-06-2024
Veðrið, breiddarpuljan hjá ÍSF, tinnitus og ljóðviðkvæmi, rotta og rusk
04-06-2024
Veðrið, bók um brodering, kapping, norðoyastevna
31-05-2024
Ráðstevna, veðrið, Marius DC, turbulens, søgufrøði
30-05-2024
Veðrið, skipabygging, støðuroynd á 3. stigi, nýggi leiðarin á listasavninum á Sandi
29-05-2024