- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Vit hava staðfest Giardia hjá hundum og kettum hvønn dag. Vanliga hevur hetta verið einaferð um mánaðin.
Tað sigur Annika Nørspang Nolsøe, djóralækni.
Nógvu tilburðirnir hava eisini fingið Heilsufrøðiligu starvsstovuna at rópa varskó og heita á fólk, um at hava vakið eyga við hundum og kettum.
Seinastu tíðina hevur sníkurin, Giardia, av álvara gjørt um seg í øllum Føroyum. Talan er um ein sník, sum livir í tarmunum hjá serliga hundum og kettum, men eisini hava onkrar kaninir fingið staðfest Giardia.
Sjúkueyðkenini eru leyst lív, og skarnið er ljóst og luktar sera illa. Í summum førum kunnu kelidjór smitta fólk við Giardia.
Í morgunsendingini fortelur Annika Nørspang Nolsøe um Giardia, sjúkueyðkenni og viðgerð.