- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Vit kunnu at læra av munkum og nunnum
14-09-2023
- Nunnur og munkar hava í áravís livað eftir vanum, sum vit onnur kunnu læra nógv av, sigur Derhard Jógvansson, prestur, sum hevur skeið í munkavanum.
Nunnur og munkar í kleystri liva í áravís eftir vanum, sum ikki bert eru ætlaðir teimum, men eisini okkum, sum ikki búgva í kleystri.
- Ferðin í samfelagnum er høg, og vit síggja, at bæði børn, ung og vaksin stríðast við ymiskt. Tí haldi eg, at vit prestar eisini eiga at vísa á, hvussu eitt nú munkaskipanin og kirkjusøga kann hjálpa og vegleiða, sigur Derhard Jógvansson. Í næstum skipar hann fyri skeiði, sum ber heitið "Munkavanar til gerandisfólk".
Í morgunsendingini fortelur Derhard Jógvansson, hvussu vit sum gerðandisfólk kunnu brúka nakrar av vanunum hjá munkum og nonnum í okkara gerðandisdegi.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Katrin á Borg, veðrið, Black Friday, Basel, Ovasavnið, Barnabati, kórið úr Kollafirði
29-11-2024
Veðrið, Fríðrikskirkjan 30 ár, samstarv við Russland, lívið sum nonbiner, familjuvinaligur desember
27-11-2024
Veðrið, harur, altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum, føroyskt listaverk til kong
25-11-2024