- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Teir eru eyguni í náttini. Síggja alt tað, sum flest onnur ikki síggja. Antin tí tey sova ella eru rúsað.
Teir eru til arbeiðis, tá onnur fara í býin at taka sær av løttum.
Duravørðar. Tveir, sum hava verið duravørðar á barrum og dansistøðum í Havn í meir enn eitt áratíggju, eru Arnar Lognberg og Rógvi Larsen.
- Fyrr vóru fólk aloftast bara full, og tá var lætt bara líka at bera tey útum. Í dag síggja vit oftari fólk, sum eru ávirkað av rúsevnum og av tí sama eru nógv verri at fáast við, sigur Arnar Lognberg.
Sambært honum og Rógva Larsen er hetta eitt starv, sum als ikki er vandaleyst.
- Tað kemur fyri, at vit fáa ein neva í andlitið ella okkurt tílíkt. Eg havi eisini upplívað, at fólk bíða eftir mær, til eg havi fingið frí, soleiðis at tey tá eru klár at leypa á meg. Men kenni eg meg ótryggan, ringi eg alt fyri eitt eftir løgregluni, sigur Rógvi Larsen.
Í morgunsendingini greiða teir báðir frá starvinum sum duravørðar.