- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Longu í 1999, tvey ár áðrenn Gudna á Rógvi Joensen byrjaði at starvast á Landssjúkahúsinum, kom ein frágreiðing, sum kom til ta niðurstøðu, at tað ikki kundi loysa seg at umvæla gamla køkin á Landssjúkrahúsinum. Í dag er Gudna leiðari í nýggja stórkøkinum í H-bygninginum, sum í farnu viku var tikin í nýtslu.
Síðan 2011 hava tey arbeitt miðvíst við at fyrireika nýggja køkin. Køkurin er nýmótans við øllum hentleikin. Millum annað hevur stórkøkurin fingið sítt egna bakarí.
Eisini verður ein nýggj bíleggingarskipan, sum fer at gera tað nógv lættari hjá sjúklingum, gestum og starvsfólkum at bíleggja mat. Gjøgnum eina app verður tað møguligt at velja, hvat ein ynskir at eta til morgunmat, døgurða og nátturða. Eisini ber til at bíleggja matin til stovuna, har ein liggur, ella tú kanst fáa matin borðreiddan í einum av mongu felagsrúmunum, sum vera í nýggja H-bygninginum.
Nýggi køkurin á Landssjúkrahúsinum er 984 fermetrar til støddar, og harafturat er ein kantina uppá slakar 300 fermetrar. Umleið 30 starvsfólk starvast í køkinum á Landssjúkrahúsinum.