Góðan morgun Føroyar

Súkklaði tvørtur um Kanada - ljóð
07-07-2023
Ferðin byrjaði í Vancouver á vesturstrondini og endaði í Halifax á eysturstrondini. Í alt 6.660 kilometrar

Karina Bennett, sum hevur føroyska mammu og býr í Bretlandi, hevur fyri stuttum verið á einum ógvuliga drúgvum súkklutúri.
Hon hevur, saman við øðrum, súkklað tvørtur um alt Kanada. Frá Vancouver á vesturstrondini til Halifax á eysturstrondini. Í alt 6.660 kilometrar.
Hon og ein kanadisk vinkona gingu á universiteti saman og lósu fysioterapi.
Tá var tað, at hugskotið kom. Tær byrjaðu at leggja ferðina til rættis, og onnur høvdu eisini hug at koma við.
Ferðin var ógloymandi og ein uppliving fyri lívið, ásannar Karina.
Hvønn dag komu tey til ókend støð og hittu nýggj fólk. ferðalagið legði dent á koma í samband við tey lokalu og tí vóru vitjanir á matstovum og skeinkistøðum obligatorisk.
Avbjóðingar vóru eitt nú, at veðrið var ógvuliga skiftandi, og hæddarmunurin stórur. Karina punkteraði tvær ferð og fór eina ferð eftir rommum.
Alt í alt gekk ferðin, sum tók næstan tveir mánaðir, upp á stás.
Karina Bennett, ið altíð hevur verið virkin í ítrótti, hevur sjálv drigist við eitt slag av etingarólagi, ið nevnist REDS.
Hon valdi at brúka hesa ferðina til at stuðla vælgerðandi felagsskapi, ið varpar ljós á etingarólag hjá ítróttarfólki. Leinki til stuðulssíðuna er her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Summarskrá, veðrið, súkkling í fjøllum, kapping, EM í fótbólti, taraaling
14-06-2024
Veðrið, Edvard Fuglø, Dýpið, botnfiskur
13-06-2024
Veðrið, bók um deyða í barsilssong, nýggjur prestur innsetast, venjing tá tú gerst eldri
12-06-2024
Veðrið, MAPA, Trygvason, MEA
11-06-2024
Hoy alla sendingina
10-06-2024
Sissal Jo, veðrið, kapping, nektarmyndir, Aggrasoppar
07-06-2024
Veðrið, KÍ-perlan, Petra Djurhuus, Koltursætlanin
06-06-2024
Veðrið, Filmshúsið, ung og royndir, gartnarin
05-06-2024
Veðrið, breiddarpuljan hjá ÍSF, tinnitus og ljóðviðkvæmi, rotta og rusk
04-06-2024
Veðrið, bók um brodering, kapping, norðoyastevna
31-05-2024
Ráðstevna, veðrið, Marius DC, turbulens, søgufrøði
30-05-2024
Veðrið, skipabygging, støðuroynd á 3. stigi, nýggi leiðarin á listasavninum á Sandi
29-05-2024