- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í Klaksvík búgva átta gentur, sum eita Judith Lassen, Tóra Heradóttir, Fríða Sólja Kunoy Im, Emily Rógvadóttir, Elisabeth S. Mohr, Fríða Sundsskarð, Silja Urbanusardóttir Olsen og Lana Arnoldsdóttir.
Tær eru 9-11 ára gamlar, og hava í seinastuni havt ein handil saman, sum eitur Bingo Bongo, og navnið kom bráddliga á tær.
- Ein segði bingo, og so segði onkur bongo, tí bleiv navnið Bingo Bongo.
Í handlinum seldu tær køkur, muffins og annan bakstur, sum tær sjálvar bakaðu, saft, dukkur og ymiskt annað, sum heilsølur lótu, og so skipaðu tær eisini fyri kappingum.
Handilin hevur flutt runt í býnum, og nógv hava keypt frá teimum
Ein stór upphædd
- Vit hava selt fyri 10.390 kr, sum er sera nógv, siga tær.
Tær eru ernar og gleðast um, at hvør króna fer til Team Rynkeby Føroyar.
- Tað er gott, at vit kunnu hjálpa teimum, sum hava tørv á tí, siga tær væl tilvitaðar um, at Rynkeby stuðlar børnum við álvarsligum sjúkum.
6. juli lata tær peningin til Team Rynkeby, ið byrja sína ferð til París tá.
10.390 kr er nógv, siga tær, og tað heldur Rynkeby eisini, sum eru fegin um, at tær lata peningin til teirra endamál.
Vilja gera tað aftur
Hóast tær hava arbeitt nógv, og handilin hevur fylgt nógv í gerandisdegnum, so lata tær so mikið væl at, at tær vilja gera tað aftur.