Góðan morgun Føroyar

- Eg havi ongan skund
23-06-2023
Sigur Sanna Bæk Hoydal, ið hevur fingið húgvuna og kann kallað seg pisa

Í Føroyum hava fleiri sett hol á eitt óskrivað ævintýr. Summi siga, at hendan tíðin er hin besta, og minnast aftur á pisutíðina við einum smíli. Ein sum upplivir tað í løtuni, er Sanna Bæk Hoydal, ið hevur úr at gera við húgvuveitslum og siðvenjum, ið hoyra hesi tíðini til.

- Tað er so deiligt, at eg eri liðug. Ein sera góð kensla, sigur Sanna við einum smíli.

 

Pisa í 1998

Ein av teimum, sum við gleði minnist aftur á pisutíðina, er mamma Sonnu, Anna Kristin Bæk. 

Í 1998 varð hon floygd pisa. Tað eru 25 ár síðani, at hon var í somu tíð, sum dóttir hennara er nú.

- Tað var ein sera góð tíð. Men tað er øðrvísi at gerast pisa í dag, í mun til, tá ið eg bleiv pisa. Tá var ikki vanligt, at familja og vinir tóku ímóti einum í skúlanum, tá ið seinasta royndin var liðug. Í dag savnast nógv fyri at hátíðarhalda hvønn næming í skúlanum.

Hon leggur eisini afturat, at tey høvdu ymiskar siðvenjur, sum húgvan bleiv merkt av, men ikki eins nógvar og í dag.

- Møguliga er tað tí, at mín húgva enn er heil.

 

Eg havi ongan skund

Hóast trýstið frá samfelagnum, so følir Sanna ikki eitt trýst, at fara undir lesna aftur sum skjótast.

- Eg ætli mær at njóta tíðina, halda frí, kanska fara á háskúla, arbeiða, møguliga ferðast ella annað. Eg havi ikki ætlanir um, at fara at lesa sum skjótast, sigur hon.

Til hetta leggur mamma hennara afturat, at hon skjótt fann útav, at henni ikki dámdi at ganga á universiteti, og ætlaði sær annað, enn tað, sum hon endaði við at gera.

- Lívið hendir, sigur hon.

 

Nú eru veitslur og summar á skránni

Í næstum fer Sanna at njóta húgvutíðina og summarið. Hvat hendir eftir hetta, veit hon ikki, men húgvan skal uttan iva njótast.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Katrin á Borg, veðrið, Black Friday, Basel, Ovasavnið, Barnabati, kórið úr Kollafirði
29-11-2024
Veðrið, Fríðrikskirkjan 30 ár, samstarv við Russland, lívið sum nonbiner, familjuvinaligur desember
27-11-2024
Veðrið, harur, altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum, føroyskt listaverk til kong
25-11-2024
Veðrið, RFF, kapping, Marius DC
22-11-2024
Veðrið, svik á netinum, Beinir, ung lesandi
21-11-2024
Veðrið, jólakort og svøvntrupulleikar
20-11-2024
Veðrið, koronakanning, krypto, mansdagur, fiktión í kvf
19-11-2024
Haruveiða, veðrið, Flowcore, ársins ferðavinnufólk
18-11-2024
Veðrið, kapping, Snældan 75 ár
15-11-2024
Hoyr alla sendingina
14-11-2024
Veðrið, nýggjur fótbóltssangur og inniluft
13-11-2024
Hoyr alla sendingina
12-11-2024