- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Á Facebookvanganum hjá Barnaverndarstovu Føroya er eitt filmsbrot, sum snýr seg um, hvussu barnaverndin kann hjálpa. Saman við Sig Frá vísa tey á ábyrgdina hjá barnaverndatænastuni og okkum.
- Tey flestu børnini í Føroyum hava tað gott og trygt, siga Tonja Sonhardsdóttir, leiðari í Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum, og Ása Svabo, sosialráðgevi.
Í 2022 vóru 874 virkin barnaverndarmál í Føroyum, og børnini vóru millum 0-22 ára gomul.
Barnavernd og tabu
Tað er bæði torført og eymt at tosa um børn, sum mistrívast, og hava tørv á hjálp. Hetta uppliva tær mangan.
- Tað er torført hjá foreldum og øðrum at siga frá, biðja um hjálp og seta orð á, at mann hevur tørv á ráðgeving.
Summi føla skomm, tá ið tey seta seg í samband við barnaverndina, tí mann setur barnavernd í samband við, at børn vera tikin frá teimum, men barnaverndin ger nógv annað enn tað.
- Har eru nógv dømir um, at vit hava hjálpt, og hjálpin hevur riggað. Tað er ikki farligt at koma til okkara, tí okkara endamál er at ráðgeva.
Tær siga eisini, at har er eitt ávíst tabu um barnavernd, og tað er kanska tað sum ger, at summi verða stúrin, tá ið barnaverndin er upp á tal.
Ikki farligt at biðja um hjálp
- Tað er ikki farligt at biðja um hjálp og siga frá. Vit vilja bert hjálpa, og vit vóna, at filmurin vísir á, at tað altíð er í lagi at ringja til okkum, tí øll børn eiga at trívast.
Tær vóna, at filmsbrotið bæði kann bøta um tabuiseringina, men eisini vísa á, at vit hava eina skyldu til at siga frá, og tískil er tað altíð í lagi, at foreldur, børn, ommur og abbar ella onnur gera tað.