Góðan morgun Føroyar

Siðir skapast millum menniskju
20-06-2023
Tíðin er farin frá at halda ervi, sum eisini er vorðið dýrt, heldur lurtari. Professari í siðsøgu tosar um jarðarferðir og siðir, sum eru so ymisk frá stað til stað

Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu fólk hava tað við jarðarferðum og teimum siðum, ið fylgja við, og morgunsendingin hevur fingið bræv sendandi frá lurtara, sum hevur eitt hjartasuff hesum viðvíkjandi.

Hetta stendur í brævinum:

Tíðirnar broytast, og eg broytist við ...

Havi eitt evni, sum eg hevði viljað verið tikið upp í KVF. Fyri skjótt einum ári síðan mistu vit mammu okkara. Stutt áðrenn høvdu vit hildið ein rundan dag. Hugnaligt at samla familju og vinir, men har komu skuffandi fá.

So koma vit til mítt evni:

Vit hildu ervi hjá mammu. Tóku eitt lán, sum vit betala enn. Skilji ikki, hví mann skal hava ervi í 2023. Skjótt og lætt at ferðast.

Havi onkuntíð snakkað um hetta við fólk: Hyggeligt, at familjan møtist ... men er tað uppgávan hjá okkum, sum syrgja at samla familju og vinir?

Hallooo. Hví møta fólk ikki upp til føðingardagar?

Er tað eitt ervi, skulu øll møta, og tað kostar nógvar pengar, sum vit kenna alt til. Hatta hoyrir heima fyrr í tíðini, tá tað var langt og trupult at ferðast ímillum bygdir. Kemur svongdin á ein á vegnum, kann mann altíð keypa ein franskan. :)

Hevði verið sera áhugavert at hoyrt, hvørja meining fólk hava um hetta. Mín meining er, at allarnærmasta familjan kundi komið inn í heimið hjá viðkomandi, sum er farin. Hitt er so ópersónligt, at eini 100-200 - kanska 300 fólk møta upp.

 

Jóan Pauli Joensen, professari, heldur evnið verið bæði gott og viðkomandi at taka upp, og at tað er umráðandi at tosa um hetta, tí tað er so ymiskt, hvussu fólk hava tað í slíkum sorgarstøðum.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Summarskrá, veðrið, súkkling í fjøllum, kapping, EM í fótbólti, taraaling
14-06-2024
Veðrið, Edvard Fuglø, Dýpið, botnfiskur
13-06-2024
Veðrið, bók um deyða í barsilssong, nýggjur prestur innsetast, venjing tá tú gerst eldri
12-06-2024
Veðrið, MAPA, Trygvason, MEA
11-06-2024
Hoy alla sendingina
10-06-2024
Sissal Jo, veðrið, kapping, nektarmyndir, Aggrasoppar
07-06-2024
Veðrið, KÍ-perlan, Petra Djurhuus, Koltursætlanin
06-06-2024
Veðrið, Filmshúsið, ung og royndir, gartnarin
05-06-2024
Veðrið, breiddarpuljan hjá ÍSF, tinnitus og ljóðviðkvæmi, rotta og rusk
04-06-2024
Veðrið, bók um brodering, kapping, norðoyastevna
31-05-2024
Ráðstevna, veðrið, Marius DC, turbulens, søgufrøði
30-05-2024
Veðrið, skipabygging, støðuroynd á 3. stigi, nýggi leiðarin á listasavninum á Sandi
29-05-2024