Góðan morgun Føroyar

Fríggjadagspanelið: Í mínum køki kann mann roykja
09-06-2023
Hvat heldur panelið um, at landsstýrið nú fer í hernað í móti royking? Og skilja tey, at ferðafólk gjørdust kløkk, tá ið tey skuldu rinda 500kr í Mykinesi?

Í panelinum eru Beate Emilie Lindenskov Samuelsen og Siri Súsonnudóttir Hansen.

Tær tosaðu um tvey evni, ið hava verið nógv umrøtt í vikuni.

Landsstýrið fer nú í hernað ímóti royking, og ymisk átøk skulu setast í verk. Um hetta evnið, eru tær báðar ósamdar.

Beate heldur, at tað er keðiligt, at mann heldur áfram við, at leggja seg eftir roykjarunum. Tað er eitt persónligt frælsi at roykja, og hevur mann hug, so skal mann sleppa tað uttan at skamma seg.

Siri tekur undir við, at tað er keðiligt, at mann setur tey í bás, men hóast tað sigur hon, at eftirsum tað er skaðiligt, so er tað gott við onkrum átaki.

- Í staðin at tosa um príshækkingar og annað, so burdi mann heldur veitt teimum, ið vilja at leggja av, góða hjálp.

Annað evnið snýr seg um ferðafólkini, sum komu til Mykinesar. Tey gjørdust kløkk, tá ið tey skuldu rinda 500 kr, sum tey ikki vóru upplýst um.

Báðar siga, at tað er sera óheppið, at mann frá degi til dags broytir reglurnar. Men leggja afturat, at tað er vanligt at gjalda, tá ið mann ferðast, men júst hetta málið má betrast.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, Pan Arctic Vision, kapping, læknahúsini
11-10-2024
Veðrið, brot úr Føroya søgu, Vanja Carlsen og Wegovy, Suðuroyar Kabarettin, fjallabjargarar í Íslandi
10-10-2024
Veðrið, vakrasti urtagarður í Klaksvíkar kommunu, ironman í Barcelona, lækni um Wegovy.
09-10-2024
Veðrið, ung í ríkisfelagsskapinum, pennavinir, dansur
08-10-2024
Veðrið, starvsfólkabranding og Klintrimús á føroyskum.
07-10-2024
Veðrið, nýggjur sangur hjá Lenu Anderssen á føroyskum, feministisk økonomi og umsorgan, barnaundirhald í 25 ár.
04-10-2024
Brot úr Føroya søgu, veðrið, dronur, miðlatøgn og uppaling, barnabók um ADHD
03-10-2024
Veðrið, hvat er ein fíggjarlóg?, norðurlendsk matmentan, serfrøðingur er venjarin
02-10-2024
Veðrið, matarskipan, Hvør býr her?, Hallur Joensen um Kris Kristofferson
01-10-2024
Veðrið, evnisdagar hjá SSP og ullaferð í Amerika og Nýfundlandi.
30-09-2024
Beinir í Vild med dans, veðrið, Lucas Debes dagar á Kambsdali Føroya Landsorkestur, nýtt búmerki til oyggjaleikir 2027 og nýggjur sangur hjá Una Debess
27-09-2024
Veðrið, brot úr Føroya søgu, kommunuval, dokmentar, sjókorkasegl
26-09-2024