- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Elisabeth Erlendsdóttir hevur svomið, síðani hon var seks ára gomul og hevur klárað seg sera væl.
Næsta ár fer hon at ganga á Georgia Tech í Atlanta, Georgia. Universitetið er sera høgt í metum bæði akademiskt og ítróttarliga.
Broytingin hjá Elisabeth verður ikki størri enn, at hon longu býr í USA, men fer at flyta stat og ganga á universiteti heldur enn miðnámi.
Hon gongur í løtuni á miðnámsskúla í Jacksonville Florida. Elisabeth fegnast um møguleikan, tí tað er sera stórt hjá einum svimjara at fáa slíkan sáttmála.
Georgia Tech er í bestu deildini í NCAA, bæði hjá monnum og kvinnum. Umframt at svimja á so høgum støði, fer hon at lesa verkfrøði.
Annars fer Elisabeth Erlendsdóttir aftur at umboða Føroyar á oyggjaleikunum í Guernsey í summar. í 2019 var hon yngsti svimjarin nakrantíð, sum umboðaði Føroyar á oyggjaleikum.