Góðan morgun Føroyar

Elvir gangur til demens?
23-11-2022
Tann spurningin setur nýggj gransking, sum sigur, at gangur neyvan er meginorsøkin til demens, men mest sannlíkt er gangur viðvirkandi, saman við óhepnum lívsvanum og ílegum.

2 milliónir fólk, 60 ár ella eldri, og sum búðu í Danmark millum 2004 og 2017, vóru partur av hesi kanning. Granskararnir funnu so øll tey av hesum, sum høvdu fingið diagnosuna demens (bæði Alzheimers demens og onnur sløg av demensi) umframt, funnu granskararnir fram til, hvussu leingi tey høvdu búð ymsastaðni og hvussu nógv óljóð var á hesum matriklunum.

Tað vísti seg so, at tey, sum høvdu búð í 10 ár á støðum  við nógvum óljóði frá ferðsluni, høvdu oftari demenssjúku enn fólk, sum høvdu búð í minni gangi. Kanningin samanbar bæði gang frá bilum og frá jarnbreytum, og úrslitið var tað sama.

 

Felagið Heimafriður hevur fleiri ferðir víst á, at gangur frá skipum er órógvandi

 

Ringt at siga hvørjar orsøkirnar eru

Hvørjar orsøkirnar eru til hetta samband, er ilt at siga, men her eru nøkur boð: Gangur er strongdarelvandi og tað merkir, at ymisk hormon í likaminum verða slept út í blóðið – tað kann í sjálvum sær ávirka æðralagið, og hava millum annað hækkað blóðtrýst við sær, umframt æðrakálking. Óljóð kann eisini ávirka svøvnlagið, bæði hvussu langur náttarsvøvnurin er og hvussu góðskan av svøvninum er (hvussu fast vit sova).

 

Pál Weihe, arbeiðsmedisinari, hevur hugt upp á kanningina um gang og demens

 

Gangur er sjálvandi ikki meginorsøkin til demens, men mest sannlíkt er gangur viðvirkandi, saman við óhepnum lívsvanum og ílegum. 

Hoyr Pál Weihe greiða frá um kanningina og hvørjar tankar hann hevur gjørt sær um evnið.

Kelda: Alzheimersfelagið

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024