Góðan morgun Føroyar

Leikur um ungdómskor
17-11-2022
Fyrr vóru tað forboð, sum órógvaðu ungdómin. Í dag eru tað bara boð, sum tey skulu lýða í staðin.

Fyrr var sagt við tey ungu, at tey sluppu ikki at gera hetta og hatta. Soleiðis er ikki í sama mun við dagsins ungdómi. Tey hava aðrar avbjóðingar, tí tú skalt helst fáa eina langa útbúgving, og tað skal vera ein, tú brennir fyri, tú skalt ansa eftir tínum kroppi, tú skalt liva sunt, og so nógv annað.

Hetta er alt at lesa í einari bók, sum eitur Utilstrækkelig, og sum er grundarlagið undir einum sjónleikasamstarvi millum næmingarnar á Brúnni í Skálavík og næmingarnar á Skovbo Efterskole í Danmark.

Saman hava tey skrivað ein leik, sum tey fara at framføra í Føroyum um vikuskiftið og í Danmark í februar mánað.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024