- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Allir fuglar í Føroyum eru við
28-09-2022
Eitt arbeiði, sum byrjaði í 2007, er loksins liðugt, og Silas Olafsson og Jórun Pólsdóttir standa nú við bókaverkinum 'Fuglar okkara' í hondini.
Í bókaverkinum eru trý innbundin bind umframt eina fikkubók, sum til ber at hava við sær, tá fólk fara út í náttúruna og vilja vita meira um onkran hissini fugl.
- Her eru 348 fuglar í bókini, og tað eru allir teir fuglar, sum eru skrásettir í Føroyum. Eg byrjaði við hesum arbeiðinum í 2007 og tíggju ár seinni kom Jórun uppí, sigur Silas Olafsson.
Nærum allar myndirnar eru tiknar í Føroyum, men nakrar heilt fáar eru læntar aðra staðni frá, tí onkrir fuglar hava vitjað so sjáldan, at góðar myndir ikki eru at skaffa.
- Tá er gott at hava fuglaáhugaðar vinir kring heimin, leggur Silas afturat.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, ársins orð, brot úr Føroya søgu, bíligir bústaðir, Ikki eitt orð um pengar
07-11-2024