- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Krampar, óúthaldilig pína, spýggja og møði.
Í nógv ár hevur hetta verið gerandisdagurin hjá 24 ára gomlu Sólju Petersen, teir dagarnar hon hevur menstruatión.
Umleið 10. hvør kvinna er hart rakt av menstruatiónspínu, og Sólja Petersen er ein teirra.
Hvønn mánað missir hon arbeiðsdagar, tí hon heilt einfalt ikki er før fyri at arbeiða, tí hon er so illa fyri av menstruatiónspínu.
- Okkurt árið hevði eg eini 68 dagar, har er ikki var til arbeiðis, tí eg var so illa fyri, sigur Sólja Petersen.
Av tí sama hevur Sólja Petersen í dag eitt tillagað starv, soleiðis at hon arbeiðir hálva tíð.
- Hetta er ein góð loysn fyri meg, tí so kann eg eisini koma fyri meg, tá teir strævnastu dagarnir við menstruatiónspínu eru av, sigur Sólja Petersen.
Spania hevur sum fyrsta landið í Evropa sent eitt lógaruppskot til parlamentið, sum snýr seg um, at kvinnur skulu kunna hava sjúkrafráveru við løn hvønn mánað, tá tær hava mestruatión. Ætlanin er, at staturin og ikki arbeiðsplássi skal betala fyri hesar sjúkradagarnar. Lógaruppskotið skal tó til viðgerðar, áðrenn tað gerst veruleiki, og roknast kann við, at tað ganga nakrir mánaðir, áðrenn uppskotið fer til avgreiðslu. Hetta veit tíðindastovan AFP at siga.
Í morgunsendingini skiftu Sólja Petersen og Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum, orð um evnið.