Í summar vitja luttakarar frá ´Fólksins rødd´ í 2009, 2010 og 2011 útvarpssendingina, ´Gestastovan´, ið verður send mánadagar. Tátíðin verður samanborin við nútíðina og broytingar verða lýstar. Í hesum sambandi endursenda vit sunnukvøld nakrar av ´Fólksins rødd´ sjónvarpssendingunum frá teimum árunum. Fólksins røddir siga sína hugsan um átrúnað og kristna trúgv í føroyska samfelagnum. Tað er eitt av evnunum í útvarpssendingini "Gestastovan", sum verður at hoyra í útvarpinum í morgin. Gestur er: Mirjam Carlsen. Jákup Magnussen leggur "Gestastovuna" til rættis.