- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
25. Sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)
Fyrra tekstarøð
Matteus evangelistur kap. 24,15-28.
v15: Tá ið tit tí síggja andstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dánjali profeti, standa á heilagum staði ? tann, ið hetta lesur, hann gevi tí gætur ?
v16: tá rými tey, sum eru í Júdeu, til fjals.
v17: Tann, ið er staddur uppi á tekjuni, hann fari ikki niður eftir tí, ið inni er í húsi hansara;
v18: og tann, ið er staddur úti á markini, hann vendi ikki heim aftur eftir klæðum sínum!
v19: Men tær neyðarkonur, sum í teimum døgum hava barn undir belti og á brósti!
v20: Men biðið um, at flýggjan tykkara ikki skal verða um vetrartíð, ikki heldur ein hvíludag.
v21: Tí at tá skal verða mikil trongd, slík sum hon ikki hevur verið frá upphavi heimsins og til henda dag, og sum hon onga tíð skal verða.
v22: Og um hesir dagar ikki vórðu styttir, tá varð ikki maður frelstur; men vegna teirra útvaldu skulu hesir dagar verða styttir.
v23: Um onkur tá sigur við tykkum: «Sí, her er Kristus!» ella: «har er hann,» tá skulu tit ikki trúgva tí.
v24: Tí at svikakristusar og svikaprofetar skulu koma upp, og teir skulu gera stór tekin og undurverk, fyri at eisini tey útvaldu skuldu verða villleidd, um tað var gjørligt.
v25: Sí, eg havi sagt tykkum tað frammanundan.
v26: Um tey tí siga við tykkum: «Sí, hann er í oyðimørkini,» tá farið ikki út hagar; «sí, hann er í kømurunum,» tá trúgvið tí ikki.
v27: Tí at eins og snarljósið skyggir í eystri og lýsir í vestri, soleiðis skal koma menniskjusonarins verða.
v28: Har sum ræið er, har munnu ørnirnar flykkjast.