- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið til 21. sunnudag eftir tríeindardag, eftir fyrru tekstarøð, skrivar Jóhannes evangelistur kap. 4,46-53.
v46: Hann kom tá aftur til Kána í Galileu, har sum hann hevði gjørt vatnið til vín. Og har var ein kongsmaður í Kapernaum, sum sonurin lá sjúkur hjá.
v47: Tá ið hann hoyrdi, at Jesus var komin frá Júdeu til Galileu, fór hann til hansara og bað hann koma oman og gera son sín frískan; tí at hann lá at doyggja.
v48: Jesus segði tá við hann: «Síggja tit ikki tekin og undurgerningar, vilja tit ikki trúgva.»
v49: Kongsmaðurin sigur við hann: «Harri, kom oman, áðrenn barn mítt doyr!»
v50: Jesus sigur við hann: «Far tú, sonur tín livir!» Maðurin trúði tí orði, sum Jesus segði við hann, og fór avstað.
v51: Men longu á heimleiðini møttu húskallar hansara honum og bóru honum tey boðini, at barn hansara livdi.
v52: Tá spurdi hann teir um tíman, nær tað var farið at lætta hjá honum. Og teir søgdu við hann: «Í gjár um sjeynda tíma fór hitasóttin av honum.»
v53: Tá skildi faðirin, at tað var í tí tíma, tá ið Jesus hevði sagt við hann: «Sonur tín livir.» Og hann trúði sjálvur og alt hús hansara.