Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 16. september 2023
16-09-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

Hetta heilaga evangeliið til fimtanda sunnudag eftir tríeindardag, eftir fyrru tekstarøð, skrivar Matteus evangelistur kap. 6,24-34.


v24: Eingin kann tæna tveimum harrum; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftur at øðrum og vanvirða annan. Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon.

Stúrið ikki!
v25: Av hesi søk sigi eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka; ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fáa at fara í. Er ikki lívið meiri enn maturin og likamið meiri enn klæðini? 
v26: Hyggið at himmalsins fuglum; teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei heldur saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið meir verdir enn teir? 
v27: Men hvør tykkara kann við at stúra leggja eina alin aftur at ævi síni? 
v28: Og hví stúra tit fyri klæðunum? Gevið tykkum far um liljurnar á markini, hvussu tær vaksa; ikki tær arbeiða, ei heldur tær spinna; 
v29: men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra. 
v30: Men tá ið nú Guð soleiðis klæðir grasið, sum í dag stendur á markini, men í morgin verður blakað í ovnin, man hann tá ikki mikið meir klæða tykkum, tit fátrúnu? 
v31: Tí eiga tit ikki at stúra og siga: Hvat skulu vit fáa at eta? ella: Hvat skulu vit fáa at drekka? ella: Hvat skulu vit fáa at lata okkum í? 
v32: Tí at eftir øllum slíkum søkja heidnir menn; og tí at himmalski faðir tykkara veit, at tykkum tarvast alt slíkt. 
v33: Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt. 
v34: Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin; tí at morgindagurin man stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu.
 

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
05-10-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
28-09-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
21-09-2024
.Marjun í Kálvalíð, prestur,skrivar og lesur lesturin.
16-09-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
07-09-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
31-08-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
24-08-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-08-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
10-08-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
03-08-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-07-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
20-07-2024