- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið til tólvta sunnudag eftir tríeindardag, eftir fyrru tekstarøð, skrivar Markus evangelistur kap.7,31-37.
Ein deyvur grøddur
v31: Og hann fór avstað aftur úr bygdarløgunum við Týrus og ferðaðist gjøgnum Sidon til vatnið í Galileu mitt gjøgnum bygdarløgini í Dekapolis.
v32: Og tey koma til hansara við einum deyvum manni, sum eisini illa kundi tala, og tey biðja hann um at leggja hondina á hann.
v33: Og hann tók hann burtur frá einsæris úr mannfjøldini og stakk fingrarnar inn í oyru hansara og spýtti og nam við tungu hansara.
v34: Og hann leit upp til himmals og suffaði og sigur við hann: «Effata!» ? tað er: Opna teg!
v35: Og oyru hansara opnaðust, og við tað sama losnaði tunguband hansara, og hann talaði raðið.
v36: Og hann álegði teimum ikki at siga nøkrum frá, men tess meira hann álegði teimum tað, tess meira boðaðu tey frá.
v37: Og tey vóru heilt ovfarin av bilsni og søgdu: «Alt hevur hann gjørt væl, eisini deyv letur hann hoyra og málleys tala.»