- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið til sunnudag eftir tríeindardag - eftir fyrru tekstarøð - skrivar Lukas evangelistur kap 18,9-14.
Farisearin og tollarin
v9: Men hann segði eisini hetta líknilsi við nakrar, sum litu á seg sjálvar, at teir vóru rættvísir, og roknaðu hinar fyri einki:
v10: «Tveir menn fóru niðan í halgidómin at halda bøn, annar var Fariseari og annar tollari.
v11: Farisearin stóð og bað soleiðis fyri seg sjálvan: «Eg takki tær, Guð, at eg ikki eri sum aðrir menn: ránsmenn, órættvísir, horkallar ella líka sum hasin tollarin.
v12: Eg fasti tvær reisur um vikuna, eg lati tíggjund av øllum, sum mær ognast.»
v13: Men tollarin stóð langt burtur og vildi enn ikki hevja upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bringuna og segði: «Guð náði meg syndara!»
v14: Eg sigi tykkum: Hesin fór rættvísgjørdur heim til húsa, men hin ikki; tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; men tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.»