Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 12. august 2023
12-08-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

Hetta heilaga evangeliið, eftir fyrru tekstarøð, til tíggjunda sunnudag eftir tríeindadag, skrivar Lukas evangelistur kap.19,41-48.
Jesus grætur um staðin

v41: Og tá ið hann kom nærri og sá staðin, græt hann um hann og segði: 
v42: «Hevði tú tó eisini vitað, enntá á hesum degi tínum, hvat ið er tær at friði! Men nú er tað fjalt fyri eygum tínum. 
v43: Tí at dagar skulu koma á teg, tá ið fíggindar tínir skulu laða upp eitt virki rundan um teg og kringseta teg og søkja at tær úr øllum ættum; 
v44: og teir skulu slætta teg við jørðina og børn tíni í tær og ikki lata stein eftir á steini í tær, av teirri søk at tú ikki kendi vitjunartíð tína.»

Jesus ruddar halgidómin
v45: Og hann gekk inn í halgidómin og tók at koyra út teir, sum har seldu, 
v46: og segði við teir: «Skrivað stendur: «Og hús mítt eigur at vera eitt bønhús; men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli.»  
v47: Og hann lærdi dagliga í halgidóminum. Men høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu og teir mætastu menninir av fólkinum royndu at fáa hann tiknan av døgum.
 v48: Men teir kundu ikki finna út, hvat teir skuldu gera, tí at alt fólkið hekk uppi í honum og lýddi á hann.
 

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Eitt kirkjuár byrjar fyrsta sunnudag í advent og endar fyrsta sunnudag í advent árið eftir. Í kirkjuni eru tvær tekstaraðir, sum verða lisnar ávíkavist líka og ólíka árstal. Prestar í fólkakirkjuni skiftast um at lesa tekstin, hugleiða og seta hann í eitt høpi og enda við einum sangi ella sálmi.
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-01-2025
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
04-01-2025
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
28-12-2024
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin
22-12-2024
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
14-12-2024
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
07-12-2024
Lis Samuelsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-11-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin
23-11-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin
16-11-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin
09-11-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
02-11-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
26-10-2024