- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið, eftir fyrru tekstarøð til níggjunda sunnudag eftir tríeindardag, skrivar Lukas evangelistur kap.16,1-9
Hin lítarleysi húshaldarin
v1: Men hann segði eisini við lærusveinarnar: «Eina ferð var tað ein ríkur maður, sum hevði ein húshaldara; og hann varð klagaður fyri honum, at hann forkom ognum hansara.
v2: Og hann rópaði hann og segði við hann: «Hvat er hetta, sum eg hoyri um teg? Legg fram roknskapin fyri húshald títt, tí at tú kanst ikki standa fyri húshaldinum longur!»
v3: Men húshaldarin segði við sær sjálvum: «Hvat skal eg gera, við tað at húsbóndi mín tekur húshaldið av mær? At velta eri eg ikki mentur, at bidda komi eg mær ikki.
v4: Nú veit eg, hvat eg skal gera, fyri at tey skulu taka meg í hús síni, tá ið eg verði avsettur frá húshaldinum.»
v5: Og hann kallaði til sín hvønn tann einasta av teimum, sum vóru í skuld hjá húsbónda hansara, og segði við hin fyrsta: «Hvussu mikið skyldar tú húsbónda mínum?»
v6: Men hann segði: «Hundrað føt av olju.» Og hann segði við hann: «Tak bræv títt og set teg niður og skriva sum skjótast fimmti.»
v7: Síðan segði hann við ein annan: «Og hvussu nógv skyldar tú?» Og hann segði: «Hundrað tunnur av hveiti.» Hann sigur við hann: «Tak bræv títt og skriva áttati.»
v8: Og húsbóndin rósaði tí órættvísa húshaldaranum fyri tað, at hann hevði borið seg klókliga at. Tí at børnini at hesum heimi eru klókari viðvíkjandi teirra egnu ætt enn børnini at ljósinum.
v9: Og eg sigi tykkum: Gerið tykkum vinir við hinum órættvísa mammon, til tess at teir, tá ið hann trýtur, mega fagna tykkum í hinum ævigu heimbýlum.