- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið, eftir fyrru tekstarøð til sjeynda sunnudag eftir tríeindardag, skrivar Markus evangelistur kap. 8,1-9.
Jesus mettar 4000
v1: Um hetta leitið, tá ið aftur stór mannamúgva var saman komin, og tey einki høvdu at eta, rópar hann lærusveinarnar til sín og sigur við teir:
v2: «Mær tykir hjartaliga synd í hesi mannamúgvu, tí at í tríggjar dagar hava tey nú dvølt her hjá mær, og einki hava tey at eta.
v3: Og lati eg tey fara fastandi avstað heim til sín, tá munnu tey fáa maktarloysi á veginum, og summi av teimum eru komin langan veg.»
v4: Og lærusveinar hansara svaraðu honum: «Hvaðani skal nakar her í oyðimørk kunna metta hesi við breyði?»
v5: Og hann spurdi teir: «Hvussu mong breyð hava tit?» Men teir søgdu: «Sjey.»
v6: Og hann býður mannamúgvuni at seta seg niður á jørðina; og hann tók tey sjey breyðini, takkaði og breyt tey sundur og fekk lærusveinum sínum tey, at teir skuldu bera tey um; og teir bóru tey um í mannamúgvuni.
v7: Og teir høvdu nakrar fáar smáfiskar, og hann vælsignaði teir og segði, at teir eisini skuldu verða bornir um.
v8: Og tey fingu sær at eta og vórðu mett; og teir hentaðu upp í sjey tægur av molum, ið vóru til avlops.
v9: Men tey vóru okkurt um fýra túsund. Og hann læt tey fara avstað.