Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 24. juni 2023
24-06-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin

Triði sunnudagur eftir tríeindardag
Lukas evangelistur kap. 15,1-10.
Hin burturmisti seyðurin

v1: Men allir tollarar og syndarar hildu seg nær at honum fyri at lýða á hann. 
v2: Og bæði Fariseararnir og hinir skriftlærdu knarraðu og søgdu: «Hesin fagnar syndarum og etur saman við teimum.» 
v3: Men hann talaði hetta líknilsi til teirra og segði: 
v4: «Hvør tykkara, sum hevur hundrað seyðir og hevur mist ein teirra, letur ikki teir níggju og níti vera eftir í haganum og fer at leita eftir tí burturmista, inntil hann finnur hann? 
v5: Og tá ið hann hevur funnið hann, leggur hann hann fegin á herðarnar; 
v6: og tá ið hann kemur heim, kallar hann saman vinmenn sínar og grannar og sigur við teir: «Samgleðist við mær, tí at eg havi funnið seyð mín, sum burtur farin var.» 
v7: Eg sigi tykkum: Soleiðis skal verða meiri gleði í himni um ein syndara, sum vendir um, enn um níggju og níti rættvís, sum ikki hava umvending fyri neyðini.
Hin burturmista drakman
v8: Ella hvør kona, sum hevur tíggju drakmur og missir eina drakmu, tendrar ikki ljós og sópar húsið og leitar væl, inntil hon finnur hana? 
v9: Og tá ið hon hevur funnið hana, kallar hon saman vinkonur sínar og grannkonur og sigur: «Samgleðist við mær; tí at eg havi funnið ta drakmuna, sum eg misti.» 
v10: Soleiðis, sigi eg tykkum, verður gleði hjá Guðs einglum um ein syndara, sum vendir um.»
 

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
15-06-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
08-06-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
01-06-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
25-05-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur skrivar og lesur lesturin.
18-05-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur skrivar og lesur lesturin.
11-05-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
04-05-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
21-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-03-2024