- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangellið eftir fyrru tekstarøð, til trinitatis sunnudag, skrivar Jóhannes evangelistur kap.3, 1-15
Nikodemus
v1: Men har var maður av Farisearunum, at navni nevndur Nikodemus, ein ráðharri hjá Jødum.
v2: Hesin kom til hansara á nátt og segði við hann: «Rabbi, vit vita, at tú ert lærari, komin frá Guði; tí at eingin kann gera hesi tekin, sum tú gert, uttan Guð er við honum.»
v3: Jesus svaraði og segði við hann: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann síggja Guðs ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.»
v4: Nikodemus sigur við hann: «Hvussu kann nakar verða føddur, tá ið hann er vorðin gamal? Man hann aðra ferð kunna koma inn í lívið á móður síni og verða føddur?»
v5: Jesus svaraði: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann koma inn í Guðs ríki, uttan hann verður føddur av vatni og anda.
v6: Tað, sum er føtt av holdinum, er hold, og tað, sum er føtt av andanum, er andi.
v7: Undrast ikki um, at eg segði við teg: Tit mega verða fødd av nýggjum.
v8: Vindurin blæsur, hvar sum hann vil, og tú hoyrir dunið av honum; men tú veitst ikki, hvaðan hann kemur, og hvar hann fer; soleiðis er tað við einum og hvørjum, sum er føddur av andanum.»
v9: Nikodemus svaraði og segði við hann: «Hvussu kann hetta bera til?»
v10: Jesus svaraði og segði við hann: «Tú ert lærari í Ísrael, og veitst ikki hetta!
v11: Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Vit tala tað, sum vit vita, og vitna um tað, sum vit hava sæð; og vitnisburði okkara taka tit ikki ímót.
v12: Tá ið eg sigi tykkum hinar jarðisku lutirnar, og tit trúgva ikki, hvussu skulu tit tá trúgva, tá ið eg sigi tykkum hinar himmalsku?
v13: Og eingin er farin upp til himmalin, uttan tann, sum fór niður av himlinum, menniskjusonurin, [sum er í himlinum].
v14: Og eins og Móses hevjaði upp ormin í oyðimørkini, soleiðis eigur menniskjusonurin at verða upphevjaður,
v15: til tess at ein og hvør, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum.