- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Annar sunnudagur eftir páskadag
Fyrra tekstarøð
Jóhannes evangelistur kap.10,11-16.
v11: Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar.
v12: Leigusveinurin, sum ikki er hirði og sum ikki eigur seyðirnar, sær úlvin koma og fer frá seyðunum og rýmir, og úlvurin rænir teir og spjaðir teir sundur,
v13: av tí at hann er leigusveinur og hann einki leggur í seyðirnar.
v14: Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg,
v15: eins og eg kenni faðirin, og faðirin kennir meg; og eg seti lív mítt til fyri seyðirnar.
v16: Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi eg at leiða, og teir skulu hoyra reyst mína, og tað skal verða eitt seyðafylgi, ein hirði.