Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 11. mars 2023
11-03-2023
Theodor E.D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

Triði sunnudagur í føstu eftir fyrru tekstarøð.

Lukas kap. 11,14-28. 

Jesus lagdur undir at vera í samlag við Beelsebul 

v14: Og hann rak út ein illan anda, og hann var málleysur; men tað hendi, tá ið hin illi andin var farin út, tá talaði hin málleysi. Og mannamúgvurnar undraðust.  

v15: Men summi av teimum søgdu: «Við Beelsebul, høvdinga hinna illu andanna rekur hann hinar illu andarnar út.»  

v16: Men summi freistaðu hann og kravdu av honum eitt tekin av himli.  

v17: Men tá ið hann kendi hugsan teirra, segði hann við tey: «Hvørt ríki, sum er í ósemju við seg sjálvt, legst í oyði, og hús fellur á hús.  

v18: Men um nú eisini Sátan er í ósemju við sjálvan seg, hvussu kann tá ríki hansara standa við? Tí at tit siga meg reka út hinar illu andarnar við Beelsebul.  

v19: Men um eg reki út hinar illu andarnar við Beelsebul, við hvørjum reka tá synir tykkara teir út? Teir skulu tí vera dómarar tykkara.  

v20: Men um eg reki út hinar illu andarnar við fingri Guðs, tá er Guðs ríki komið á tykkum.  

v21: Tá ið hin sterki alvápnaður heldur vakt um garð sín, tá eru allir ognarlutir hansara í friði;  

v22: men tá ið ein, sum sterkari er enn hann, kemur á hann og vinnur hann, tá tekur hann øll herklæðini og vápnini, sum hann leit á, frá honum og býtir sundur fongin frá honum.  

v23: Tann, ið ikki er við mær, er ímóti mær; og tann, ið ikki savnar við mær, hann skilir sundur.  

v24: Tá ið hin óreini andin er farin út úr menniskjuni, fer hann um vatnleysar staðir og leitar sær hvílu; og tá ið hann onga finnur, sigur hann: «Eg vil venda við aftur til hús mítt, sum eg fór úr.»  

v25: Og tá ið hann kemur, finnur hann tað sópað og prýtt.  

v26: Tá fer hann og tekur við sær sjey aðrar andar, verri enn hann sjálvur, og teir fara inn og festa búgv har, og hitt seinna hjá teirri menniskjuni verður verri enn hitt fyrra.» 

 

Ein kvinna prísar Jesu móður 

v27: Men tað hendi, í tí hann segði hetta, tá hevði ein kvinna úr mannfjøldini upp rødd sína og segði við hann: «Sælt er tað móðurlív, sum teg hevur borið, og sæl tey bróst, sum tú hevur sogið!»  

v28: Men hann segði: «Ja, men sæl eru tey, sum hoyra Guðs orð og varðveita tað.» 

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
02-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
10-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
03-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-01-2024
Marjun í Kàlvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
20-01-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-01-2024