20. Sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)
Onnur tekstarøð

Matt. 21,28-44.
Líknilsið um tveir synir
v28: Men hvat tykist tykkum? Ein maður átti tveir synir; og hann fór til hin fyrra og segði: «Sonur mín, far í dag og arbeið í víngarðinum.»
v29: Men hann svaraði og segði: «Nei, eg vil ikki.» Men seinni iðraði hann seg eftir tí og fór avstað.
v30: So fór hann til annan og segði líka so. Men hann svaraði og segði: «Jú, tað skal eg, harri;» men hann fór tó ikki.
v31: Hvør av hesum báðum gjørdi vilja faðirsins?» Teir siga: «Hin fyrri.» Jesus sigur við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum: Tollarar og skøkjur ganga undan tykkum inn í Guðs ríki.
v32: Tí at Jóhannes kom til tykkara á rættvísis vegi, og ikki tit trúðu honum; men tollarar og skøkjur trúðu honum; men tó at tit sóu tað, iðraðu tit tykkum kortini ikki eftir tí seinni, so at tit trúðu honum.
Líknilsið um teir óndu víngarðsmenninar
v33: Lýðið á eitt annað líknilsi: Tað var ein húsbóndi, ið plantaði ein víngarð, og hann laðaði garð uttan um hann og gróv eina vínpersu í honum og bygdi eitt torn; og hann læt víngarðsmenn fáa hann til leigu og fór út av landinum.
v34: Men tá ið tað leið móti heystadegi, sendi hann húskallar sínar til víngarðsmenninar eftir fruktunum av víngarðinum.
v35: Og víngarðsmenninir tóku húskallar hansara, ein slógu teir, ein drópu teir, og ein steinaðu teir.
v36: Uppaftur sendi hann aðrar húskallar út, fleiri enn hinar fyrru, og teir gjørdu tað sama við teir.
v37: Men seinast sendi hann son sín út til teirra og segði: «Teir munnu fara at hava fyrilit fyri syni mínum!»
v38: Men tá ið víngarðsmenninir bóru eyga við sonin, søgdu teir sín ámillum: «Hatta er arvingin; kom, latum okkum drepa hann, so fáa vit arv hansara!»
v39: Og teir tóku hann og kastaðu hann út um víngarðin og drópu hann.
v40: Tá ið nú víngarðsharrin kemur, hvat man hann tá gera við hesar víngarðsmenninar?»
v41: Teir siga við hann: «Herviliga man hann taka hesi illmenni av døgum og lata aðrar víngarðsmenn fáa víngarðin til leigu, sum munnu lata hann fáa fruktirnar í rættum tíma.»
v42: Jesus sigur við teir: «Hava tit onga tíð lisið í skriftunum: «Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, hann er vorðin aðalhyrnissteinur. Av atvoldum Harrans er hetta hent, og undurfult er tað í eygum várum?»
v43: Tí sigi eg tykkum, at Guðs ríki skal verða tikið frá tykkum, og verða givið einum fólki, sum ber tess fruktir.
v44: Og tann, ið fellur um henda steinin, skal sora seg sundur; men tann, ið steinurin fellur á, skal hann smildra.»