Fyri góðum hundrað árum síðani búðu 120 fólk í Hesti. Nú býr ein tíggjundapartur fast í oynni. Hóast Hestoyggin er í Tórhavnar Kommunu og er nærri Streymoynni enn eitt nú Nólsoy, so er vánaliga ferðasambandið ein stór forðing fyri at henda vakra oyggj kann mennast. Í tveimum sendingum hugleiða fólk í Hesti um støðuna og framtíðina. Tórður Mikkelsen og Jakob Jørgensen leggja til rættis.
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.
Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.
Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.