- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Facebook, Google, TikTok og Snapchat. Talgildir pallar, sum flest allir føroyingar brúka hvønn dag til at hitta onnur, skapa vinarbond, keypa og selja, deila viðkvæmar upplýsingar, skipa fyri tiltøkum o.s.fr. Men eisini pallar, sum í stóran mun eru uttan fyri lóg- og landaskil. Eitt nýmótans wild west, har ymiskt verður framt, sum ikki tolir dagsins ljós.
Men nú skal vend koma í. Tað skal ruddast upp - og tøknirisarnir sjálvir skulu standa fyri tí arbeiðinum. Tað er boðskapurin frá teimum norðurlendsku løgmálaráðharrunum, sum fyrr í vikuni gjørdu eina yvirlýsing um evnið. Men letur tað seg yvirhøvur gera hjá smáum londum at leggja teymar á tøknirisar? Og verða sosialir miðlar brúktir til ólógligt virksemi í Føroyum?
Gestir: Bjarni Kárason Petersen og Heri Andreasen.
Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg.