- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Breddin: Bíðilisti til útgreining fyri ADHD
27-08-2024
Langir bíðilistar í heilsuverkinum eru enn einaferð komnir á Breddan, nú forkvinnan í ADHD felagnum rópar varskó.
576 fólk yvir 18 ár bíða eftir at vera útgreinað fyri ADHD. Vit spyrja, um bíðitíðin veruliga er so lang sum forkvinnan í ADHD felagnum vil vera við, hvørjar avleiðingar tað hevur at vera í bíðistøðu, hví hesin listin er so langur - og hvat verður gjørt fyri at stytta hann.
Gestir: Bjørg Dam, Gunnhild Perssson og Tórmóður Stórá
Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur
Tøkningur: Høgni Fagraberg
Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Landsverk skal ikki blanda seg uppí arbeiðið við Suðuroyartunlinum, sigur Bjarni Hammer, limur í politiska fylgibólkinum. Landsverk er vegamyndugleiki sigur landsstýrismaðurin
04-10-2024
Føroyar eru í alsamt størri mun mál hjá teldusníkum. Nýggjasta dømi er Klaksvíkar kommuna
03-10-2024
200 milliónir meira frá ali- og fiskivinnuni skulu beint á figgjarlógina ístaðin fyri at verða koyrdir í Búskapargrunnin
01-10-2024
Talið av børnum, sum verða skrivaði inn á barnaverndarstonar hækkar tí eingin familjudepil er og stig verða nú tikin at bøta um kvinnuumboðanina til kommunuvalið
27-09-2024
Hvat vita vit um, hvat tað fer at kosta at byggja ein suðuroyðartunnil? Og hvat er klókast hjá Ingilín D Strøm at gera, nú landsstýrismálanevndin sigur at hon hevur sagt ósatt
26-09-2024
Ein óheft frágreiðing finst at trygdini í Suðuroyartunlinum og játtanin fyri sambýlið á Mýruni helt, men Almannaverkið fekk ikki tað hús, sum biðið varð um.
24-09-2024
Í sendingini í dag verður spurt, nær vit sum land kunnu avgera, at pláss ikki er fyri einum barni, men í staðin flyta tað til Danmarkar
20-09-2024
Eisini í Føroyum verður tvingsil ofta brúktur. Í fjør var hann brúktur 92 ferðir
19-09-2024
Fimti hvør føroyingur er berari av eini deyðiligari arvaligari sjúku. Vit spyrja um øll skulu fáa í boðið at verða kannaði
17-09-2024
Rektarin á Glasi sigur, at álitið á BUMR er skalað og nú er møguligt at granska í PKU kortunum
13-09-2024
Tað gerst alt meiri vanligt at valevni skifta flokk tá talan er um kommunuval - og hólmgongan hevði nógv at siga fyri Harris, men flytir ikki nógvar stemmur
12-09-2024
Eitt valevni til umboðsráðið gongur ímóti streyminum og vil taka umboðsráðið av
10-09-2024