- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Yvir 2000 el-bilar eru skrásettir sum persónbilar í Føroyum.
Tað svarar til 7 prosent av persónbilunum, og líkt er til, at áhugin fyri elbilum er vaksandi.
Haraftrat eru elbilar avgerandi fyri grøna orkuskifti, og tí vilja myndugleikarnir gjarna hava, at fólk fáa sær el-bil.
Men meðan talið av elbilum veksur, er enn ikki greitt, hvussu teir skulu burturbeinast á Kommunalu Brennistøðini í Havn, har allir elbilar verða tiknir inn.
Haraftrat er orkan, sum el-bilar brúka ikki altíð grøn men eisini svørt, tí streymurin verður gjørdur við olju.
Eitt er samlaða Co2 roknistykkið, tá framleiðslan og burturbeining av bilinum verður tikin við - men hvussu við streyminum, sum til tíðir verður framleiddur við tungolju?
Breddin varpar ljós á mannagongdirnar fyri burturbeingin av battaríunum í Føroyum og orkuna, sum ikki altíð er grøn.
Í sendingini tosa vit við Beintu Højgaard Thomsen á Kommunalu Brennistøðini, Kára Mortensen, ORKA, Umhvørvisstovan, Mariu Gunnleivsdóttir Hansen, VERND, Umhvørvsstovan, Ásfinn Sigvardsen, stjóri, Bilasølan, Hákun Djurhuus, stjóri, SEV og Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í Umhvørvismálum.