- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Í gjár skrædnaði millum partarnar og royndinar hjá semingsmanninum at finna eina semju millum arbeiðarar og arbeiðsgevararnar á privata arbeiðsmarknaðinum kollsilgdu.
Eftir 15 dagar í verkfalli helt semingsmaðurin, at ein møguleiki var fyri at finna semju, men áðrenn tey komu í gongd, fóru partarnir hvør til sítt.
Í tíðindunum á náttura í gjár, segði Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá arbeiðarunum, at nú herða tey verkfallið, og í morgun savnaðust limir hjá arbeiðarafeløgunum í verkfalli og onnur, sum eru verkfalsvaktir, inni á Hjalla, frammanfyri hjá báðum byggifyritøkunum: Articon og J&K Petersen.
Hvat merkir tað fyri verkfallið at semingsroyndin kollsilgdi? Hvørja ávirkan hevur tað, at arbeiðarirnir ikki fáa stuðul frá handverkarafeløgunum? Og hvussu ávikar tað, at nógv ikki eru limir í nøkrum arbeiðstakarafelagi?
Tað spyrja vit millum annað Ingeborg Winther fyrrverandi forkvinnu fyri Føroya Arbeiðarafelag og Eirik Lindenskov, blaðstjóra, um í Breddanum í dag.
Vit tosa eisini við Pætur Niclasen, formann í Samverki, hvørs limir verða sendir heim tí handlar hava styttri opið.