Breddin

Breddin: Tilflytarar hava onga rødd og verða marginaliseraðir
23-05-2024
Nýggj kanning vísir, at fólk, ið flyta til Føroyar, hava ilt við at blíva partur av samfelagnum

Altsamt fleiri velja at flyta til Føroya úr øðrum londum.

Millum fimm og seks prosent av fólkinum í Føroyum eru í dag fólk, sum eru flutt higar aðrastaðni frá, og tað eru nú yvir 100 tjóðskapir í Føroyum.

 

Men - tilflytarar hava onga rødd og eru marginaliseraðir í føroyska samfelagnum. Tað er niðurstøðan í nýggjari kanning, sum er grundað á samrøður við einstaklingar og bólkar, sum umboða fólk frá 30 ymiskum londum. 

Har aftrat eru samrøður gjørdar við kommunur, dagstovnar og heilsuverk. Breddin í dag lýsir tær avbjóðingar, sum okkara borgarar úr øðrum londum hava.


Erika Hayfield hevur skrivað greinina:  There is No Connection Plugging Me Into This System: Citizenship as Non Participation and Voicelessness?.

 

Vísindaliga greinin er grundað á tilfar frá 2016, 2018 og 2023: 46 samrøður eru gjørdar við 58 fólk - 46 einstaklingar og tríggjar bólkar. 
Samrøðurnar eru gjørdar við menn og kvinnur millum 20-50 ár, bústandi í øllum landinum og umboðandi 30 ymisk lond - og tey hava búð í Føroyum í minst 1 ár.
Haraftrat eru samrøður gjørdar við umboð fyri kommunur, dagstovnar og heilsuverk í sama tíðarskeiðið, men greinin tekur støði í borgaraskapi úr sjórnarhorninum hjá tilflytarum.

 

Erika Hayfield er dekanur og granskari á Søgu- og samfelagdeildini á Fróðskaparsetrinum. Hon vísir á, at tilflytaraøkið hevur verið merkt av ikki-politikki, sum ber í sær, at tað er sera torført hjá tilflytaranum at gerast partur av føroyska samfelagnum. Høvuðsniðurstøðan er at tilflytarar í Føroyum hava onga rødd og eru marginaliseraðir.


Í sendingini tosa vit við Eriku Hayfield og Fíu Lindenskov sum er integratiónssamskipari í Tórshavnar Kommunu.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Eitt valevni til umboðsráðið gongur ímóti streyminum og vil taka umboðsráðið av
10-09-2024
Tvey evni vóru í sendingini í dag
06-09-2024
Tvey evni vóru í sendingini í dag
05-09-2024
Orðaskifti verður millum samgongu- og andstøðulimir í fíggjarnevndini
03-09-2024
Tvey evni eru í sendingini í dag
30-08-2024
Í sendingini verður ljós varpað á grein 6 í heimastýrislógini, sum fyrstu ferð verður brúkt at loysa trætu millum Danmark og Føroyar
29-08-2024
Langir bíðilistar í heilsuverkinum eru enn einaferð komnir á Breddan, nú forkvinnan í ADHD felagnum rópar varskó.
27-08-2024
Nýggj gransking vísir, at serliga heilsustarvsfólk eru fyri hóttandi atburði tá tey eru til arbeiðis
23-08-2024
Kamala Harris verður í hesum døgum formilga vald til forsetavalevnið og vit kaga eystur á hermóti í Ukraina
22-08-2024
Aftur í ár eru metnógv børn í serflokkum
20-08-2024
Tað er ringt at finna nakað at búgva í, um tú vil búseta teg á bygd, og enn verri at fáa lán til at byggja eini hús fyri, um tey eru uttanfyri miðstaðarøkið
14-06-2024
Høgravongurin vann stórsigur á ES-valinum, og tað hevði við sær, at Emmanuel Macron óvæntað hevur skrivað út val til tjóðartingið
13-06-2024