Breddin

Breddin: Tilflytarar hava onga rødd og verða marginaliseraðir
23-05-2024
Nýggj kanning vísir, at fólk, ið flyta til Føroyar, hava ilt við at blíva partur av samfelagnum

Altsamt fleiri velja at flyta til Føroya úr øðrum londum.

Millum fimm og seks prosent av fólkinum í Føroyum eru í dag fólk, sum eru flutt higar aðrastaðni frá, og tað eru nú yvir 100 tjóðskapir í Føroyum.

 

Men - tilflytarar hava onga rødd og eru marginaliseraðir í føroyska samfelagnum. Tað er niðurstøðan í nýggjari kanning, sum er grundað á samrøður við einstaklingar og bólkar, sum umboða fólk frá 30 ymiskum londum. 

Har aftrat eru samrøður gjørdar við kommunur, dagstovnar og heilsuverk. Breddin í dag lýsir tær avbjóðingar, sum okkara borgarar úr øðrum londum hava.


Erika Hayfield hevur skrivað greinina:  There is No Connection Plugging Me Into This System: Citizenship as Non Participation and Voicelessness?.

 

Vísindaliga greinin er grundað á tilfar frá 2016, 2018 og 2023: 46 samrøður eru gjørdar við 58 fólk - 46 einstaklingar og tríggjar bólkar. 
Samrøðurnar eru gjørdar við menn og kvinnur millum 20-50 ár, bústandi í øllum landinum og umboðandi 30 ymisk lond - og tey hava búð í Føroyum í minst 1 ár.
Haraftrat eru samrøður gjørdar við umboð fyri kommunur, dagstovnar og heilsuverk í sama tíðarskeiðið, men greinin tekur støði í borgaraskapi úr sjórnarhorninum hjá tilflytarum.

 

Erika Hayfield er dekanur og granskari á Søgu- og samfelagdeildini á Fróðskaparsetrinum. Hon vísir á, at tilflytaraøkið hevur verið merkt av ikki-politikki, sum ber í sær, at tað er sera torført hjá tilflytaranum at gerast partur av føroyska samfelagnum. Høvuðsniðurstøðan er at tilflytarar í Føroyum hava onga rødd og eru marginaliseraðir.


Í sendingini tosa vit við Eriku Hayfield og Fíu Lindenskov sum er integratiónssamskipari í Tórshavnar Kommunu.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Høgravongurin vann stórsigur á ES-valinum, og tað hevði við sær, at Emmanuel Macron óvæntað hevur skrivað út val til tjóðartingið
13-06-2024
Tað eru fleiri trupulleikar við elbilum. Eitt nú er orkan ikki altíð grøn, vandamikil evni eru í battarínum og enn eru ongar reglur um burturbeining
11-06-2024
Skal tílgongdin av útlendskari arbeiðsmegi avmarkast? Tað spyrja vit landsstýrismannin um. ES snarar helst til høgru, vit tosa við sendikvinnuna í Bruxelles
07-06-2024
Podvarpið, Elians Sonur, hevur fingið sinnið í kók hjá fleiri, eftir at tað var sent sum útvarp - onnur hálova tí
04-06-2024
Eingin seming á hesum sinni - tað merkir helst fleri vikur aftrat. Vit tosa m.a. við Ingeborg Winther, sum finst at manglandi stuðuli frá handverkarafeløgunum
31-05-2024
Tað er sera torført hjá ungum, sum eru flutt higar at læra føroyskt og danskt og tí eru nógv sum ikki fáa nakað fólkaskúlaprógv, sum kann brúkast til nakað
30-05-2024
Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum hevur nú vart í góðar tvær vikur, og á midnátt fer Havnar arbeiðskvinnufelag eisini í verkfall
28-05-2024
Nýggja ferðavinnulógin verður sett í gildi í fleiri stigum. Ferðagjaldið kemur í gildi 1.januar í 2026.
24-05-2024
Nýggj kanning vísir, at fólk, ið flyta til Føroyar, hava ilt við at blíva partur av samfelagnum
23-05-2024
Fríggjadagin varð atkvøðugreiðslan av elveitingarlógini ikki avgreidd, tí andstøðutingfólkini rýmdu út, tá atkvøðast skuldi
21-05-2024
Løgtingið heitir á landsstýrismannin í lógarmálum um at broyta lógina, so kommunur kunnu seta vakmyndatól upp í almenna rúminum
17-05-2024