- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Ósemja er í samgongu um elveitingarlógina.
Landsstýriskvinnan í orkumálum gjørdi eitt uppskot til elveitingarlóg, sum var sent til hoyringar í heyst. Í lógaruppskotinum var møguleiki hjá privatum aktørum at selja streym beinleiðis til brúkaran. Men áðrenn lógin varð borin í tingið, var hendan ásetingin tikin úr - orsøkin er ósemja í samgonguni hvørt tað skal vera møguligt hjá privatum aktørum at selja streym beinleiðis til brúkaran.
Ósemjan í samgonguni førdi til, at einki álit var skrivað í rættarnevndini og eina løtu sá tað út til, at málið fór at detta burtur, tí tað ikki var lagt fram áðrenn summarfrítíðina.
Men so var ikki - Javnaðarflokkurin vildi hava tað úr nevnd og avgjørt var, at atkvøða málið úr nevndini uttan at nakað álit var skrivað.
Hetta var ein ódemokratisk tilgongd, helt Steffan Klein Poulsen, limur í rættarnevndini.
Ónøgdin í andstøðuni var so stór, at andstøðulimirnir valdu at rýma úr salinum, tá atkvøðast skuldi.
Av tí at allir samgongulimirnir ikki vóru til staðar - tveir vóru uttanlands - bar ikki til at avgreiða málið - 17 fólk skulu vera í tingsalinum skal atkvøða avgreiðast.
Hvussu vanligt er tað, og hvussu álvarsligt er málið fyr samgonguna?
Árni Gregersen viðmerkir málið í Breddanum.