- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Vit fáa færri børn, enn vit hava fingið.
Vit seta ikki longur fleiri í verðina, enn vit sjálvi telja, og tað fær ávaringarklokkurnar at ringja hjá fleiri fakfólkum.
Eru Føroyar ikki eitt nóg gott land at eiga børn í?
Er hetta eitt rák uttan úr heimi, sum nú er komið til okkara?
Tað kjakast nevndarlimir í Trivnaðarnevndini um í útvarpsstovuni.
Gestir: Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, Jørgen Niclasen, formaður í Trivnaðarnevndini og tingmaður fyri Fólkaflokkin, og Súsanna Bertholsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.
Gjørt sendingina hava Krista Johsdóttir Kreutzmann, Elin Winther Poulsen og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
Tøkningur var Kári Annand Berg.