Breddin

Makrelur sum stuðul og happing
17-10-2023
Dennis Holm fer ikki at áleggja línuflotanum brúksskyldu enn.

Dennis Holm var greiður, tá hann kom til sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Brúksskylda skal vera galdandi fyri uppsjóvarfisk eisini, soleiðis at tey sum fáa kvotur frá landinum eisini skulu fiska tær - eisini línuflotin, sum fær makrelkvotur.

Í verandi lóg er eitt undantak, sum merkir, at línuskip og garnabátar, sum fáa makrel kunnu selja kvoturnar víðari til onnur at fiska.

Tað skal steðgast, heldur Dennis Holm, men hann hevur kortini ikki ásetingina í lógaruppskotinum, sum er á veg í tingið.

Ætlanin er at broyta lógina um skatting av sølu, tá loyvir verða endaliga avhendaði fyrst. Hetta tí hann væntar at loyvishavarar til línuskip fara at avhenda makrelkvoturnar, sum eru galdandi tey næstu 11 árini. Men gera tey tað verður vinningurin skattaður við 67 prosentum í galdandi lóg.


Happing á arbeiðsplássum
Tað eru nógvir pengar at spara við at tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvið. Tað sigur Siri Tórgarð, sum ráðgevur leiðslum í privata og almenna geiranum. Starvsfelagið hevur gjørt kanning, sum vísir at 5. hvør kennir seg happaðan á arbeiðsplássinum.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Umboð fyri politisku flokkarnar komu á gátt í útvarpsstovuni at kjakast um hvat kann gerast við fólkafráflytingina
10-12-2024
Hvat kann gerast fyri at steðga fráflytingini úr Føroyum?
06-12-2024
Amnesty International leggur nú Ísrael undir at fremja fólkamorð í Gasageiranum
05-12-2024
Vísa tølini um fátakaváða røttu myndina í Føroyum
03-12-2024
Meðan vit mangla námsfrøðingar í Føroyum búgva fleiri føroyskir námsfrøðingar í Danmark. Og í morgin fara íslendingar á tjóðartingsval
29-11-2024
Í sendingini verður m.a. spurt, hvat hendi við arbeiðinum eftir Exit Føroyar-kjakið í 00'unum
28-11-2024
Tvey evni eru í sendingini í dag
26-11-2024
Hvussu skal nevndin arbeiða, og skulu vit yvirhøvur hava eina landsstýrismálanevnd, verður spurt í sendingini í dag
22-11-2024
Vit missa 20 prosent av teimum, sum fara av landinum at lesa - einans 5. hvør í 3. g ætlar at lesa í Føroyum
21-11-2024
Lógaruppskot er lagt fyri tingið, sum skal skilmarka krøv og rættindi hjá teimum, sum flyta til Føroya úr øðrum londum
19-11-2024
Hvat krevst fyri at vera ein góður borgarstjóri?
15-11-2024
Vit lodda dýpið í kommununum nú nøvn verða sett á borgarstjórastørvini
14-11-2024