Vit varpa ljós á mótmæli í Iran og nýggja, ambulanta tilboðið hjá Kvinnuhúsinum.
Tá Masha Amini fyri einum árum ári síðan bleiv dripin av iranska moralpolitinum skapti tað eina flóðaldu av mótmælum móti harðrenda prestastýrinum. Men gjørdu mótmælini nakran mun?
Liv uttan harðskap er nýggja navnið hjá ambulanta tilboðnum í Kvinnuhúsinum. Hvønn týdning hevur eitt slíkt tilboð? Vit tosa við leiðaran í Kvinnuhúsinum.
Somuleiðis tosa vit við verkætlanarleiðara fyri Sig frá-verkætlanini um heildarætlanina, sum varð latin úr hondum síðst í august.
Gestir: Turið Maria Jóhansdóttir, Farideh Azadi, Eyðvør Tausen Olsen og Anna Katrin Matras.
Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen, Durita Fagradal Augustinussen og Hallur av Rana, sum var redaktørur.